Virðisgrundarlag

Virðisgrundarlag – Virðisgrundarlag Húshjálps byggir á tryggleika, samstarv og virðing. 

 

Tryggleiki – øll virka best í tryggum og jaligum samskifti. Tað er neyðugt, at arbeiðið verður framt til tíðina við góðsku, og at Húshjálp á mest skynsama hátt fær samskipað arbeiðið. 

 

Samstarv – tað er týdningarmikið at hava álit á hvørjum øðrum.

 

Virðing – virðing fyri hvørjum øðrum er ein meginregla, tí kundi, tann sum arbeiðir og fyritøka skulu virka saman.

 

Visjón – At arbeiða fyri at alskyns tænastur eru lættar at koma til og bæði lætta um hjá teimum, ið ikki hava orku, tíð og resursir til at fáa ymiskt arbeiði framt og hjá teimum, ið ynskja at verða húsavinir og skipa sítt egna arbeiði. 

 

Framyvir síggja vit eitt virkið og varandi virksemi, ið kann gerast enn betri at lætta um hjá fólki. Við hesum kunnu fólk fáa framt uppgávur og arbeiði, tey ongantíð koma til og ikki minst, at húsavinir møguliga arbeiða so mikið, at tey vegna arbeiði hjá Húshjálp kunnu skipa sína egnu frítíð og tíð saman við øðrum og vaksa um lívsgóðskuna.