Um okkum

Vælkomin til Húshjálp

HúsHjálp er ein fyritøka, ið hevur sum endamál at veita tænastur innanfyri alskyns arbeiði.

Húshjálp virkar sum millumlið millum kunda og húsavin, sum skal gera arbeiðið. Vit kunnu finna húsavinin júst til tín tørv, um nakar bjóðar seg fram innan ta tænastu, ið tygum ynskja.

Uppgávur kunnu vera innan reingerð, bilvask, innkeyp, ganga túr við hundinum og mangt mangt annað.

Tað er næstan einki mark fyri, hvør uppgávan ella, hvørja tænastu húsavinurin kann bjóða. Her setir tørvurin markið. Talan er um bæði vanligar og óvanligar uppgávur. Ávíst arbeiðið krevur serlig skjøl viðvíkjandi útbúgving og royndir.

Uppgávur kunnu vera innan reingerð, bilvask, innkeyp, ganga túr við hundinum og mangt mangt annað.

Um tú hevur arbeiði ella uppgávu, ið skal gerast, kanst tú skráseta arbeiðið her á síðuni ella ringja og skriva til okkum, og vit kunnu møguliga finna tín húsavin.

Vit eru eisini at hitta á Facebook og Instagram.

Vinarliga,
HúsHjálp v/ Christian Johannesen og Sigurd Justinussen

Vit kunnu hjálpa tær við bæði arbeiði og við at finna tær hjálp

Airbnb og onnur leiga

Gerst Húsavinur

Gerst Húsavinur