Trygd
Góðkenning
Tá fólk ella bólkar gerast kundar hjá Húshjálp og teirra heima ella ogn verður til ein vanga, sum verður lagdur á útleigingarpallar á netinum, skal teirri vanga ígjøgnum eina góðkenningartilgongd. Einki verður lagt út, uttan at eigari hevur lisið frágreiðing sum er skrivað um staðið og góðtikið myndirnar.
Samstundis verða ferða fólk ‘screenaði’ tá tey bóka. Tað merkir, at vit vissa okkum, at tey eru fólk við vanligum ørindi í Føroyum sum ferðafólk og ikki eru í virksemi sum onkursvegna kunnu gera skaða á búeindina.
Fráboðan
Um svik er farið fram ella skaði gjørdur, verður støðan mett. Tað kann vera ferðafólk, sum av óvart hevur brotið okkurt og viðgongur tað ell ikki viðgongur tað. Tá kann tað vera orð ímóti orði og Airbnb kemur upp í leikin. Airbnb tekur slíkar støður í sera stóran álvara, og vit tað sama. Finnast skal altíð til eina loysn og hendir hon best í samskifti við góðum tóna. Sum eina viðmerking kann nevnast, at hetta kemur næstan ongantíð fyri, tí vit eru heldur fyrivarnir enn eftirsnarnir.
Skjøl
Í sambandi við útleigan veita vit ein sáttmála, ið er til gagns fyri báðar partar. Til dømis verður staðfest at tey sum hava bókað staðið hava fyrstarætt at vera har í bókaða tíðarskeiðnum. Eisini verður staðfest, hvussu útgjaldið verður gjørt og at tað er álagt okkum altíð at rinda peningin til kundan.
Ummæli
Leigumálini fáa ummælir frá teimum vitjandi og tí hevur tað stóran týdning at vit sleppa at umsita sum vit nú hava royndir til. Um keðilig ummæli koma av orsøkum, sum vit ikki hava kunna gjørt nakað við, so verða treytir settar, um samstarvið skal halda fram.
Andlit til andlit
Áðrenn Húshjálp fær leigumál halda vit, at tað hevur stóran týdning at møtast andlit til andlit. Tað er ráðiligt, at kundi og umsitari fáa greiða fatan av hvørjum øðrum, leigumálinum, tilgongdina frameftir og skapa álit.
Sáttmáli
Tað er umráðandi, at allar upplýsingar eru latnar og eru rættar, um sáttmáli skal gerast. Sáttmáli skal undirskrivast av báðum pørtum sum fáa hvør sítt avrit.
Royndartíð
Sáttmáli er vanliga 1 ár fram, men vit veita eisini royndartíð. Tvs. at um onkur velur at royna útleigan fyri síðani at taka endaliga avgerð seinni, so er ikki neyðugt at hava sáttmála, ið bindur 1 ár fram.