Útleigan
Vit hava verið virkin í 3 ár, og kunnu kalla okkum ‘Superhosts’ á Airbnb við einum miðaltalið á 4,9 av ummælum, út av 5. Tað verður mett at vera eitt sera gott úrslit, tá ein hevur yvir 30 leigumál at umsita.
Mannagongd:
Mannagongdin er vanliga, at kundi setur seg í samband við okkum, vit vitja staðið og taka eitt prát.
Um avtalað verður at seta samstarv í verk, so verður staðið ruddað, soleiðis at tað sær nossligt út til myndatøku.
Eftir at góðar myndir eru tiknar, gera vit vangar á útleigupallum so sum Airbnb, booking.com, Vrbo og Expedia.
Leinkið verður síðani sent eigaranum at viðmerkja myndir og frágreiðing um búeindina.
Verður vangin góðkendur, verður kalendarin opnaður og klárt er at bóka. Mangan kemur fyri, at ferðafólk hava ymsar spurningar um ferðamál, matstøð o.a., og hetta taka vit okkum av á besta hátt, soleiðis at tey fáa bestu uppliving.
Húshjálp veitir egin seingjarklæðir. Tað kemst av, at tað sømir seg best at nýta hvít seingjarklæðir og ikki minst tí, at reingerðin av seingjarklæðum er lættari at samskipa.
Eisini veita vit sáttmála, ið greitt vísir tilgongdina og tryggjar at alt fer fram á ein hátt, sum báðir partar fáa best gagn av. Í sáttmálanum stendur m.a. at tá ferðafólk hava bókað, eiga tey fyrstarætt til staðið og eigarin kann ikki brúka staðið til egna nýtslu í tí tíðarskeiðnum. Hetta kemst av, at umsitarin – í hesum føri Húshjálp – verður revsað hart við bót, leigumálið tikið av útleigupallinum í eitt ávíst tíðarskeið og at umdømi fær eitt skot fyri bógvin. Eisini stendur í sáttmálanum bæði hvussu útgjaldið verður gjørt og at peningurin skal rindast eigaranum (hetta tí, at t.d. Airbnb afturheldur peningin, sum síðani sendur hann til Húshjálp). Airbnb afturheldur 15%, Húshjálp tekur vanliga 25% og so fær útleigarin restina, tvs. 60%. Reingerðarkostnaðurin rindar ferðafólkið fyri og fer beinleiðis til reingerðarfólkið.
Vit eru altíð tøk til eitt gott prát og ynskja at veita bestu tænastu fyri tykkara leigumál. Hetta hevur sjálvandi týdning fyri báðar partar, men tað virkar best í samráð og góðum samstarvi.


Onnur hjálp
Lektiuhjálp
Rørsutarnahjálp
Eldrahjálp
Innkeyp
Servering
Gerð av heimasíðu
Heimavenjing frá góðkendum fitness-venjara
Rættlestur
Bilútleigan
Útkoyring av mati o.ø.
Fíggjarlig ráðgeving
Vitja eldri og einsamøll fólk