Dátuvernd

Dátuvernd

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Húshjálp at tryggja, at øll viðgerð av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina (t.e. løgtingslóg nr. 80 frá 2020 um vernd av persónupplýsingum). 


Nær viðger Húshjálp persónsupplýsingar?

Í dagliga virksemi sínum viðger Húshjálp persónsupplýsingar. Hetta er í høvuðsheitum í sambandi við skráseting av húsavini ella uppgávu hjá kunda og møguligar fyrispurningar til fyritøkuna.


Í flestu førum fevnir viðgerðin um skráseting og goyming av persónsupplýsingum. Persónsupplýsingarnar fevna oftast um vanligar samskiftisupplýsingar so sum navn, bústað, teldupost og tílíkt.


Endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingum

Kjarnuuppgávan hjá Húshjálp er at vera millumlið millum kunda og privatan arbeiðara. Húshjálp fær upplýsingar, soleiðis at samskifti kann gerast. Privatu samskiftisupplýsingar verða ikki upplýstir á heimasíðu ella aðrastaðni, har fyritøkan hevur virksemi.  


Tað er greitt, hvørjar upplýsingar talan er um og neyðugar fyri virksemið felagsins. Húshjálp hevur sum meginreglu, at øll viðgerð av persónsupplýsingum skal tæna einum nágreiniliga tilskilaðum endamáli, sum er ítøkiliga heimilað.


 Víðarigeving av persónsupplýsingum

Húshjálp rekur einkult virksemi, tó at samskiftisupplýsingar mugu latast húsavin og kunda, tá uppgáva er knýtt privatum arbeiðstakara. Tá Húshjálp víðarigevur persónsupplýsingar, verður altíð gjørd ein ítøkilig meting um, hvørjar upplýsingar eru neyðugar av víðarigeva grundað á ítøkiliga endamálið við víðarigeving.


Oftast er talan um, sum nevnt, at Húshjálp sendir upplýsingar millum ein kunda og húsavin. Her er talan um yvirskipaðir samskiftisupplýsingar.


Húshjálp nýtir ikki dátuviðgerðar uttanlands og flytur sum meginregla heldur ikki persónsupplýsingar til útlond ella triðjalond. 


Varðveitsla av persónsupplýsingum

Húshjálp er sum fyritøka áløgd at goyma persónsupplýsingar soleiðis, at tað ikki ber til at eyðmerkja tey skrásettu í longri tíðarskeið enn neyðugt, við atliti at endamálinum við viðgerðini.


Húshjálp er ein privat fyritøka, sum skjalførir samskifti og móttiknar upplýsingar annars, sambært galdandi reglum og leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingar skulu goymast.


Starvsumsóknir ella skráseting av húsavini og kundaupplýsingar verða burturbeindar, tá persónarnir ikki eru knýttir at fyritøkuni ella at arbeiðið er framt og rindað ella tá goymsluskyldan gongur út. Tá ið upplýsingarnar eru strikaðar, hevur Húshjálp ikki atgongd til hesar.  


Rættindi hjá skrásetta

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini.

Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:


  • Rætturin til kunning í §§ 23-25

  • Rætturin til innlit í § 26

  • Rætturin til rætting í § 27

  • Rætturin til striking í § 28

  • Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29

  • Rætturin til dátuflutning í § 31

  • Rætturin til mótmæli í § 32-34

  • Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð

Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

Meira kunning um rættindi hjá skrásettum, og dátuvernd sum heild, er at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.


Klaga til Dátueftirlitið

Skrásett kunnu klaga til Dátueftirlitið í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum, sbrt. § 76 í dátuverndarlógini.

Meira upplýsingar um Dátueftirlitið eru at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.


Dátuverndarfólk

Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónsupplýsingum hjá Húshjálp, kanst tú venda tær til fyritøkuna. Send ein teldupost við heitinum:


“Att: dátuverndarfólk” til teldupostbústaðin hushjalp@hushjalp.fo