Gerst Húsavinur
Tekna teg sum Húsavin
Um tú hevur áhuga at verða Húsavinur, kanst tú tekna teg her.
Sig okkum frá um tit hava ivamál og vit ráðgeva fegin. So finna vit røttu uppgávurnar til tín.
Hent at vita
Tá tit ynskja at skráseta tykkum: skrivið stutt og greit um tykkara førleikar og annars serlig ynski. Til dømis, hvat arbeiði, tit kunnu veita, hvørja útgerð tit møguliga hava og um tit hava gjørt tykkum hugsanir um kostnað fyri tykkara arbeiðið og løn.
Víðvíkjandi løn: Gerið tykkum greitt, hvørt tit ynskja at senda faktura sjálvi, so tit fáa fulla upphædd við ábyrgd at gera upp sjálvi við Taks (B-inntøka), ella á vanligan hátt (A-inntøka). Um tit hava førleikar innan ávíst yrki, kunnu tit eisini hava ein fastan prís ella fastan tímatakst. Vit ráðgeva eisini hesum viðvíkjandi. Hevur tú fleiri førleikar, er gott at hava í huga, hvør tímatakstur er til hvat arbeiði.
Leikluturin sum húsavinur: Húshjálp veitir góða tímaløn og annars fyri tey arbeiði, ið verða gjørd. Í góðu lønini er ferðing og útgerð hjá tí, sum arbeiðir við.
Upplýsingar um arbeiðið/uppgávu: Lesið upplýsingar gjølla, soleiðis at eingin ivi er um, hvat skal gerast. Samsvar má og eigur at vera ímillum lýstu uppgávuna frá kunda og arbeiðið, sum verður framt. T.d. um kundi hevur fingið prís fyri 2 tímar, er neyðugt at arbeitt verður í 2 tímar. Um tað vísir seg ikki verða møguligt, so má kundin upplýsast. Orsakað av ókendum umstøðum, sum kunnu koma fyri, geva vit vegleiðandi prís. Best er at vita greitt um arbeiðið, áðrenn farið verður í gongd. Vit royna at veita tykkum tað so greitt sum møguligt, soleiðis at húsavinur og kundi eru samd og vitandi um arbeiði, tíðspunkt og samsýning.
Góð løn fyri gott arbeiði: Vit ynskja at veita góða løn, men ein fortreyt er nøgdir kundar. Ert tú á okkara lista sum húsavinur, og er byrjaður, so avgerð tykkara úrslit, um tit verða framhaldandi spurd. Kundin eftirmetir arbeiðið so hvørt, tað er framt. Eru góð skotsmál, so halda tit fram og enda ovarliga á okkara lista. Er arbeiðið hinvegin illa gjørt, so dettur húsavinurin niður á listanum. Nøgdir kundar merkir meira arbeiði 🙂