Trygd

Góðkenning
Tá fólk tekna seg sum húsavin hjá Húshjálp, skal teirri vanga ígjøgnum eina til góðkenningartilgongd. Tryggjað verður, at húsavinurin er hóskandi at vera ein partur av Húshjálp, og tað er aftaná hesa tilgongd, at tey gerast tøk á heimasíðuni.

Ein húsavinur kann velja út førleikar, hóast viðkomandi hevur alskyns førleikar, sum tað ikki er pláss at skriva. Um talan ikki er um serarbeiði, og ein uppgáva ella arbeiði ikki samsvarar við nevndu førleikar, kann kundin í samskifti tryggja sær, at arbeiðið kann gerast væl.

 

Fráboðan
Um svik er farið fram, verður støðan mett. Um ein húsavinur ikki hevur framt arbeiðið ella ikki nóg væl, kann hann vera koyrdur av listanum. Um tú sum húsavinur ella kundi ikki metir, at mannagongdin er sum frammanundan avtalað, so heita vit á tykkum um at boða okkum frá.

 

Skjøl
Í sambandi við serarbeiði og tilhoyrandi skjøl, ið prógva, at viðkomandi hevur skjalprógvaðar royndir og førleikar, so kunnu hesi veitast kundanum, við samtykki frá húsavininum.

 

Við- og ummæli
Húsavinir fáa ummæli fyri hvørt arbeiði, sum tó ikki verður almannakunngjørt. Tó verða tey við flest góðum ummælum merkt við einum Smíli og standa ovast. Hini, sum ikki eru á tí listanum, hava enn ikki framt fleiri enn 10 uppgávur ella eru ikki byrjaði yvirhøvur. Hetta vissar í størri mun fyri, at arbeiðið verður gjørt og at kundin væl hava álit á húsavininum. Viðmæli kunnu møguliga síggjast á heimasíðuni sum tíðin líður.

 

Andlit til andlit
Áðrenn kundin møtir húsavininum, er ráðiligt at kundi og húsavinur hava samskift. Tá kann uppgávan ella arbeiða nágreinast og kundi læra um húsavinin. Tað er ráðiligt, at kundi og húsavinur fáa fatan av bæði arbeiði og hvørjum øðrum. Sjálvsagt eisini at avtala arbeiðsdagar, samsýning o.a.

 

Sáttmáli
Tað er umráðandi, at allar upplýsingar eru latnar og eru rættar, um sáttmáli skal gerast. Tað er ikki neyðugt at hava sáttmáli, annað enn, tær treytir, sum fylgir við at vera partur av Húshjálp, um talan er um smærri uppgávur. Er uppgávan stór ella fevnir um longri tíðarskeið, so er møguligt at hava sáttmála.

 

Royndartíð
Um áhugi er at royna ein húsavin í sambandi við størri uppgávu ella uppgávu, sum fevnir um longri tíð, so kann hetta lata seg gera, um húsavinur er tøkur til tess.